Тёмный

Fríbjørg Jensen: Tú ert vegurin og lívið 

Mourits Mohr Viderø
Подписаться 83
Просмотров 297
50% 1

Fríbjørg Jensen av bandinum Gospelbrot frá 1985
Tú ert vegurin og lívið
Tú ert vegurin og lívið og sannleikin tú ert,
Tú er vegurin, ið heim til himmals førir.
Men tú hevur sjálvur sagt tað, at tín vegur hann er smalur,
Men gangast kann hann tá ið tú ert við.
Eg veit vegurin er smalur, men eg veit at hann er gongdur,
Tá tú mín Jesus gongur undan mær.
Mangan vegur mín hann gongur, gjøgnum djúpan táradal,
Men tað er í dalinum at blómur vaksa.
Ongin dalur er so djúpur, at tú Jesus ikki sær meg,
At armur tín ei røkka kann til mín.
Eg veit vegurin er smalur, men eg veit at hann er gongdur,
Tá tú mín Jesus gongur undan mær.
Mangan vegur mín er smalur, og illgongdur hann er,
Og tey myrku sorgarskýggj tey himin fjala.
Men mítt trúðareyga sær teg, og eg kenni tú ert hjá mær,
Nei, Jesus onki skýggj kann fjala teg.
Eg veit vegurin er smalur, men eg veit at hann er gongdur,
Tá tú mín Jesus gongur undan mær.
Og ein dag so endar gøtan, ein dag endar alt mítt stríð,
Og í himlinum ein hvíldarstað eg eigi.
Har tað síðsta lítla tárið, tú av kinnum mínum turkar,
Í himlinum ei nakar gráta skal.
Eg veit vegurin er smalur, men eg veit at hann er gongdur,
Tá tú mín Jesus gongur undan mær.

Опубликовано:

 

21 окт 2024

Поделиться:

Ссылка:

Скачать:

Готовим ссылку...

Добавить в:

Мой плейлист
Посмотреть позже
Комментарии